Fótvarpsspecial - Samrøða við Hall Hansson um fótbóltsferð hansara - a podcast by Fridi Jensen

from 2020-06-22T08:00

:: ::

Frá at vaska vesikummur í Aberdeen til ársins leikari í AC Horsens. Hallur Hansson er ein serstakur føroyskur fótbóltsleikari við flottum úrslitum bæði í bóltfeløgum og landsliðið. Hallur hevur soleiðis veruliga sett sítt dám á, hvussu vit skoða føroyskar fótbóltsleikarar í útheiminum. Ferðin hjá Halli hevur tó ikki altíð verið ein dansur á rósum. Tí millum allar tær góðu løturnar hevur eisini verið mótgangur bæði sálarliga og kropsliga. 
Fríði prátar við Halli um hansara ferð, hvussu menningin hevur verið bæði í mun til fótbóltin men eisini sálarliga. Hetta er ein Fótvarpsrøð, sum sanniliga varpar ljós á, hvat tað krevst av tær, tá tú skal á eina yrkisleið í fótbólti.

DISCLAIMER: Tíanverri fingu vit trupulleikar við ljóðinum hjá Halli, og tað kann tískil verða torført at hoyra, hvat verður tosa um til tíðir. Tað orsaka vit og taka við læru. Til næstu samrøðu við Hall og aðrar verður eyka fokus á ljóðtøkni. Vit hildu tó, at samrøðan var so mikið góð, at tað hevði verið spell, um hon ikki varð almenn. DISCLAIMER.

Further episodes of Fótvarpið við Jóannes Jakobsen

Further podcasts by Fridi Jensen

Website of Fridi Jensen